2022-07-04 15:16
Eivind skal landa í Kollafirði í morgin, teir hava 215 tons.
Teir hava 170 tons av toski og kalva, sum teir hava fiskað á Flemmish Kap, og 45 tons sum eru fiskaði við Rokkin og í føroyskum sjógvi, við Rokkin fingu teir bara longu og skøtu.
Eivind fór avstað 23. mai.
Tað vóru 16 mans við hendan túrin, skipari var Jan Vang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald