2023-03-07 16:47
Tann seinasti av teimum trimum hekkutrolarunum, ið Erling Laksafoss teknaði og skipaði byggingina av í Noreg, stendur nú uppi á turrum í Alang í India og verður upphøgdur.
Systurskipini, hekkutrolararnir sum løgdu lunnar undir føroyskar flakatrolarar, komu til Føroya í ávikavist 1968, Stella Kristina til Klaksvíkar og í 1969, Vesturvón til Sørvágs og Stella Karina til Klaksvíkar.
Síðan eru teir farnir úr flotanum soleiðis: Vesturvón sokkin í 2015 (Thunder), Stella Kristina upphøgd í 2020 (Snæfell) og nú í 2023, Stella Karina upphøgd.
Sostatt helt tann seinasti í 54 ár.
Mynd: Þ. Gíslason
www. vagaskip.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald