Vinna

Eitt stórt stig fyri føroyska samfelagið

Javnaðarflokkurin & Tjóðveldi fegnast um lógina - Nú krevur sex endaliga samtykki.

2022-05-02 18:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

- Hetta er ein stórur dagur. Nú krevur sex endiliga samtykki í lógarverkinum í Føroyum, og vit eru sera fegin um, at øll politiska skipanin stendur saman um hetta, siga Hervør Pálsdóttir og Ingilín D. Strøm. 



Við samtykta uppskotinum verður farið frá eini áseting um neyðtøku, ið er grundað á harðskap og tvingsil til eina áseting, ið er grundað á samtykki.


Gamla  ásetingin  um  neyðtøku var  ikki  tíðarhóskandi  og  fevndi  ikki  um  støður,  ið  flest  øll neyðtøkuoffur uppliva, t.e. toniskan immobilitet ella óviljað lammilsi.


Hetta er, tá kroppurin frystir, og viðkomandi ikki fær sett seg upp ímóti gerðini. Við eini áseting, ið er grundað á samtykki, fevnir ásetingin breiðari. 


- Nú verður tað soleiðis, at um báðir partar ikki hava givið samtykki til sex, so er talan um neyðtøku. Hetta er eitt stórt stig og fer vónandi at hava eina hugburðsbroyting við sær, so vit fáa størri virðing fyri mørkum og frælsinum til at ráða yvir egnum kroppi, siga Hervør Pálsdóttir og Ingilín D. Strøm.

Javnaðarflokkurin & Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder