
Seinni kappingardagurin í DM-kappingini í olympiskari vektlyfting var í dag.
Eftir gull og silvur í gjár, skuldi Maibrit Reynheim Petersen í dag royna seg, og illa kann sigast annað enn, at tað gekk framúr væl.
Í -76 kg bólkinum var danska Laura Vest Tolstrup stórfavorittur, og hon livdi eisini upp til hetta, tá hon vann kappingina sannførandi. Men dysturin um silvurmerkini var sera harður.
Her hevði Maibrit munin eftir fyrra partin av kappingini, tá hon megnaði at lyfta 87 kilo í trekk, og er hetta bæði persónligt og føroyskt met.
Í vend & stoyt gekk eisini sera væl. Her er persónliga metið hjá Maibrit 105 kilo, og á degnum megnaði hon at lyfta 104 kilo. Hon gjørdi eisini eina roynd við 108 kilo, men hetta gekk akkurát ikki. Talan gjørdist sostatt um bronsumerki í seinna partinum av kappingini, og samanlagt gjørdist talan eisini um bronsu, tá Maibrit var eitt kilo frá silvurvinnaranum í samlaðu støðuni.
Við 191 kilo samanlagt setti Maibrit eisini føroyskt met í tvídystinum, og hetta undirstrikaði aftur eitt sera gott vikuskifti fyri føroyska vektlyfting, har vit enn einaferð undirstrikaðu, at bestu føroysku lyftararnir eisini teljast millum teir bestu í ríkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald