Nýggjasti Flag State Performance List hjá Paris Mou er kunngjørdur, og Føroyar varðveita umboðanina á Hvítalista og flyta eitt pláss upp eftir listanum. Fyri at vera á Hvítalista, sum er listi við flaggstatum við høgari góðsku, skulu skip undir flagginum hava lutfalsliga fá afturhald í mun til eftirlit. Í 3 ára tíðarskeiðnum, sum listin fevnir um, eru føroysk skip afturhildin 4 ferð í 217 kanningum.
Vit eru sera fegin, tá vit kvinka okkum upp eftir listanum, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum. Føroysk reiðarí og rakstrarfeløg gera nógv fyri at tryggja, at øll viðurskifti um borð á skipunum eru trygg og í tráð við galdandi reglur. Eisini Sjóvinnustýrið arbeiðir alsamt við at varðveita flaggið á Hvítalista og at betra okkum, millum annað við eftirlitum og átakinum "Ársins Skip". Vit eiga tó at kunna gerast enn betri, sigur Hans Johannes.
Besta plasering hjá Føroyum á Hvítalista var 26’inda pláss í 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald