
Eitt hálvt ár fimta hvørt ár er nokk
Summarið er komið, alt stendur í fagrasta blóma og fólk gleðast um summarfrítíðina, men undir yvirflatuni goymir seg tó ein ófriður. Lógaruppskotið um at hækka pensjónsaldurin, sum bleiv tikið aftur áðrenn summarfrítíðina, liggur og lúrir.
Bæði Løgmaður og landsstýrisfólkið í Almanna og mentamálum, ið er ábyrgdarhavandi landsstýrisfólk, høvdu greiðar útmeldingar, tá teir vóru noyddir at taka lógina aftur úr tinginum fyri summarfrítíðina - lógaruppskotið, um at hækka pensjónsaldurin í óðum verkum, verður borið í Løgtingi aftur í heyst.
Um lógaruppskotið verður borið aftur í tingið, verður eisini áhugavert at síggja, um nakrar av viðmerkingunum, sum vóru til uppskotið, vilja síggjast aftur í einum nýggjum uppskoti, ella um vit bara fáa meira av tí sama.
Veruleikin er, at tað er púra óneyðugt at samtykkja eina nýggja pensjónslóg. Vit hava longu eina lóg, sum gevur heimild til at hækka pensjónsaldurin við einum hálvum ári fimta hvørt ár, tað er nokk og tað eigur Løgtingið at halda seg til. Verandi lóg krevur eisini, at Løgtingið viðgerð og eftirmetir støðuna á arbeiðsmarknaðinum loypandi fyri at staðfesta, um tað er ráðiligt áhaldandi at hækka pensjónsaldurin.
Lógin ásetur, at Løgtingið skal meta um støðuna á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn pensjónsaldurin verður hækkaður. Við hesi nýggju lógini vil Løgtingið sleppa sær undan at hyggja vanliga føroyingin í eyguni og viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Tað er at renna undan ábyrgd og at krógva seg fyri veljaranum.
Um pensjónsaldurin verður hækkaður, verða tað eisini enn fleiri, ið verða noydd at gevast í arbeiðslívinum áðrenn pensjónsaldur, tí at arbeiðsførleikin er viknaður av arbeiðsáum vegna strongd ella sjúku. Nú samgongan vil trýsta fleiri at arbeiða longur, eru eingi átøk, sum hjálpa vanliga føroyinginum ímóti at vera útslitin áðrenn pensjónsaldur. Um samgongan vildi hjálpt okkum og haldførinum, kundu tey gjørt íløgur í starvsfólkini, meðan tey eru á arbeiðsmarknaðinum, so fleiri kundu orka at arbeitt eitt sindur longur.
Um uppskotið at hækka pensjónsaldurin verður samtykt, so missir vanligi føroyingurin eisini rættin til sína egnu uppspardu pensjón. Tá pensjónsaldurin í 2030 hækkar til 68 ár, má vanligi føroyingurin bíða í eitt hálvt ár afturat, til hann sleppur fram at síni egnu pensónsuppsparing. Hetta kemur
Tórshavn 24.juli 2025
omaná, at hann skal vera eitt hálvt ár eldri, áðrenn nakað útgjald kemur frá almennu veitingunum frá Samhaldsfasta og grundupphæddini.
Boðini frá Fakfelagssamstarvinum eru greið. Tað er heimild at hækka pensjónsaldurin eitt hálvt ár fimta hvørt ár, tað er nokk, og Løgtingið má hava dirvi at hyggja veljaran í eyguni og gera neyðugar greiningar, hvørja ferð pensjónsaldurin skal hækka.
Fakfelagssamstarvið
Starvsfelagið
Føroya Lærarafelag
Føroya Pedagogfelag
Akademikarafelag Føroya
Heilsuhjálparafelag Føroya
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald