2026-01-25 16:28
Tíðindini fingu meg at hugsa um nakað, um eitt skriftstað í halgubók, sum Jákup ápostul skrivar í brævi sínum: ”Ein rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Guði og faðirinum er hetta: at vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra”
Ein røtt gudstænasta, er at vitja faðirleys og einkjur í teirra einsemi og trongd. Við hesum avmarkar ápostulin ikki, at vit ikki eisini skulu vitja einkjumenn og onnur einsamøll og sjúk, tað er ein týdningarmikil partur av kristnu trúnni.
Tá ið eg starvaðist sum trúboðari í Danmark, hevði eg tvey røktarheim og eitt ellisheim, ið eg vitja inn á tvær ferðir um vikuna, har eg skuldi hava andakt fyri búfólkinum, Av og á var eg eisini á sjúkrahúsinum. Haldi kortini ikki at tey gomlu settu størsta prís upp á felags andaktirnar, tí tær vóru so nógvar gjøgnum vikuna av prestum og øðrum fríkirkjum. Tað, sum tey gomlu og sjúku virdu og gleddust mest um, var, at ein vitjaði inn á stovu teirra, har tey einsamøll kundu tosa um teirra privata lív, og í trúnaði koma fram við ymiskum, sum lá teimum ofta tungt at hjarta. Hesi høvdu einaferð gingu trúføst á møti, í kirkju og til altars halgidagar, men nú orkaðu tey ikki longur.
Ein gomul kona her á landi, sum ikki longur er okkara millum, segði soleiðis: ”Nú eru fleiri ár síðan eg seinast var í kirkju. Prestur og eg kendust so væl. Men ongantíð hevur hann gloppa hurðina hjá mær eftir at eg ikki longur orkaði at koma út, og ikki komi eg mær, at biða hann hyggja inn á gólvið”
Minnist eini eldri hjún, eg plagdi at vitja í býnum, har vit búðu niðri í Damark. Tey vóru sum tey gomlu plagdu at siga, gudfrygti fólk, blíð og settu stóran prís upp á, at ein hugdi inn til tey. Konan kom altíð á møti, men maðurin orkaði ikki longur. Eg hevði veri heima í Føroyum í summarferiu, og tað mundu vera gignir eini tveir mánaðir ella meira, at eg ikki hevði vitja tey. Konan, hóast hon var eitt gott menniskja, var eitt sindur grussut og segði av og á sína meining. Ein dagin eftir summarfrítíðina, eg gekk eftir handilsgøtuni, møtti eg henni. Eg sá beinanvegin á andliti hennara, at nú fái eg to par ord. Og tað fekk eg eisini. Men ongantíð vóru tey blíðari enn, tá ið eg beint aftan á vitjaði tey. Einki var illa meint, tvørturímóti. Eg hevði gott av at hoyra tað, og lærdi nakað av henni, tí eg var settur sum trúboðari har, og var løntur av missiónsfólkinum. Mítt arbeiði var ikki bara, at koyra runt Norðurjýtland at hava møtir, men ikki minst eisini at vitja tey, sum ikki høvdu møguleika longur, at koma í Guðs hús.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald