Politikkur

Einki heilsutrygdargjald verður afturrindað (ein finta í lógaruppskotinum)

.

2025-02-21 14:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Oliver Andreasen:


Nú er lógaruppskotið um hvussu heilsutrygdargjald skal endurrindast, lagt fyri løgtingi.
Fyrst mugu vit siga at tað er burturvið at vit mugu søkja um at fáa endurgoldið tað, sum er kravt inn uttan heimild. At vit síðan mugu til at grava øll møgulig skjalprógv fram úr søguligum goymslum, fyri at Taks skal kunna viðgera umsøknir, er eisini burturvið, Tí Heilsutrygd og Taks, sum hava kravt inn av órøttum, hava allar kravdu upplýsingarnar. Heilsutrygd í inngjaldingunum og Taks á sjálvuppgávunum.
Men verri er at um uppskotið verður samtykt, sum tað er lagt fram, er tað spill av tíð og orku, bæði at søkja og at viðgera umsøknir.
Tí í §1, stk 2 og §3, stk. 2 stendur at frádráttir fyri sosialt gjald (les Folketrygd) skal dragast frá endurgjaldinum, áðrenn tað kann gjaldast út. Tá so ØLL, sum kunnu frítakast fyri Heilsutrygdargjald, eisini hava fingið hendan frádráttin, ið er væl størri enn HT gjaldið, skal man ikki duga meira enn lítlutabell, fyri at rokna út at ONGIN fær eitt oyra endurgoldi. So eftir 12 ár í kæru- og rættarskipanini, og óendaligt drál í umsitingini, har vit hava vunnið so syngjandi, standa vit eftir við vinninginum 0 kr. Altso um hetta vinnur frama sum er. Tí hetta er grov vanvirðing av rættarskipanini og rættartrygdini og grov vanvirðing av tí einmælta løgtingi,sum í 2012 samtykti §154b í skattalógini.

  Skulla øll tey uml 1300 fólkini sum arbeiða uttanlands her av uml (800 útisiglarar) fáa endurgjald so metti TAKS tað verða um 40 milliónir 
  so her hevur Fíggjarmálaráði nokk biði umsitingina finna eina (fintu) fyri at sleppa undan við at ferða eina nýggja afturvirkandi lóg sum er óhoyrt
  vannligt er at ein nýggj lóg virkar frá tí degi hon er lýst og frameftir  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder