
Hóast vit báðir kundu hugsa okkum at nógv meira var hent hesar fyrstu mánaðirnar av valskeiðinum, hava vit verið við til at tikið undir við nógvum góðum málum. Hóast vit ikki komu í samgongu hesaferð, kunnu vit lova okkara veljarum, at vit fara at føra ein skilagóðan andstøðupolitikk. Vit fara at stuðla, og arbeiða fyri, uppskotum sum gagna allari kommununi. Tað er okkara skylda at arbeiða fyri allar borgarar og vinnulívinum í kommununi. Tað hava tó verið, og fara at vera, mál vit ikki taka undir við, tí tey ganga ímóti okkara hugsjónum.
Kommunan hevur eina stóra uppgávu at skapa góðar kjarnutænastur til okkara borgarar heilt frá barnaárum til ellisár. Vit gleðast eitt nú um, at ein stórur barnagarður er um at vera liðugur á Argjahamri og eitt ellisheim er sett í gongd í Hoyvík.
Ein av týdningarmiklastu uppgávunum hjá okkum, sum sita í býráðnum er, at betra munandi um bústaðarmøguleikarnar í kommununi. Vit ynskja at vera við til at skapa nóg mikið, og eitt breitt úrvæl, av bústaðarmøguleikum. Tað verið seg grundstykkir, lestraríbúðir, eldraíbúður og íbúðir í ymiskum støddum. Vit ynskja, at familjur føla tað lætt, og sum eina sjálvfylgju, at velja Tórshavnar kommunu.
Ein at teimun heilt spennandi uppgávunum, sum eru fyri framman, verður at gera Havnina klára til Oyggjaleikirnar í 2027. Vit eru øll so spent, og ynskja at vísa Tórshavn frá okkara bestu síðu.
Vit ynskja, at allir okkara borgarar og vinnan skulu hava frælsi at velja at búgva og virka í Tórshavnar Kommunu. Vit báðir fara framhaldandi at arbeiða fyri, at trivnaðurin hjá øllum borgarum, frá ungum til eldri, kann gerast enn betri.
Við hesum fara vit at ynskja Tórshavnar Býráð, øllum borgarum, veljarnum í Tórshavnar Kommunu og øllum Føroyingum eina framúr góða Ólavsøku, og eitt framhaldandi gott summar.
Fólkaflokkurin bjóðar til opið hús í Fólkaflokshølinum í Jónas Broncks gøtu 29 ólavsøkuaftan frá kl 15. Øll eru vælkomin.
Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð
Høgni Vilhelmsen, býráðslimur
Birgir Nielsen, býráðslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald