2022-10-01 17:46

Steinbjørn O. Jacobsen skrivar og eigur myndina:
EIN KENSLUBORIN LØTA:
Tað fullu nógv tár, tá rennibreytin í Klaksvík bleiv tikin í nýtslu í dag. Røðarnir fingu illa hildi kenslunum aftur, og tað sum bleiv sagt, var eisini kensluborið. Øll vit, sum vóru hjástødd, hugsaðu um stórstu fyrimyndina í Treysti, Guttorm Sørensen, sála, (sídsta myndin, er savnsmynd av Gutta) sum ótroyttuliga stríddist fyri at fáa eina rennibreyt í Klaksvík. Ein ógloymandi løta, og sum so mangan, hevði Klaksvíkar Hornorkestur sín góða leiklut í hátíðarhaldinum. Eisini var stuttligt at síggja trúfasta rennaran og býarmynd okkara Sámal Júst Dahl luttaka. Jú, vit eru rík í Klaksvíkar Kommunu av øllum samanhaldinum, sum sereyðkennir okkum. Tillukku øll somul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald