ì dag vóru vit ein túr í Klaksvík, og sum ikki einaferð, so varð spákað við bryggjukantin, har lá báturin - Daisy Maria - og umborð var kendi maðurin Sámal Petur í Grund, júst afturkomin av útróðri, hann hevði fiskað væl, sí myndirnar.
Sámal Petur í Grund er kendur sum landsstýrismaður og løgtingsmaður og nú sum skipari á bilferjuni SAM.
Vit prátaðu við altíð frintliga mannin, sum altíð hevur okkurt fittligt at fortelja, hann segði, at tá ið hann hevði frídagar við SAM og tað viðraði at fara á flot, so fór hann viðhvørt til útróðrar, hann hevði næstan altíð átt bát.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald