2023-07-21 18:40
ARTICON:
Byggistigið fevnir um vanligar skúlastovur og um stovur til tónleik, evning, hondarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði, náttúrutøkni, alisfrøði og evnafrøði. Nýggj lærarastova er eisini gjørd, smíðstovan er dagførd, og sama eru umstøðurnar hjá heilsusystrunum og førleikamenningini.
Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri og formaður í bygginevndini, fegnast um byggingina, har starvsfólkini á skúlanum hava fingið øll ynski síni uppfylt, og har tíðarætlan og kostnaðarmeting hava hildið.
Articon fegnast sum arbeiðstakari um, at arbeiðið er gjørt til tíðina, og hevur alt gott at bera samstarvinum, ikki minst tolinum hjá teimum, sum hava skulað verið á skúlanum, meðan arbeitt hevur verið. Vit takka fyri góða samstarvið, húsvørðum, skúlaleiðslu og lærarum.
Undirveitararnir hjá Articon hava eisini gjørt alt arbeiði sítt til lítar. Thorfinn Nielsen hevur staðið fyri lekstetinum, Maria Poulsen fyri HVS og luftskipan, Takplan fyri takálegging, Gólvfix fyri gólvarbeiðinum og Signar á Fríðufløtum fyri málaraarbeiðinum.
Høvuðsráðgevi hevur verið SNA, sum eisini hevur havt tað arkitektoniska um hendi. LBF hevur staðið fyri lendisarbeiði, konstruktión og leksteti, SMJ fyri HVS og luftskipan, og felagið Ráð hevur staðið fyri byggileiðsluni.
Vit ynskja Vága kommunu hjartaliga til lukku við nútímansgerðini av skúla sínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald