“Á løgtingsvalinum í desember valdu føroyingar eina nýggja politiska kós fyri Føroyar, og hana halda vit nú,” skrivaði Javnaðarflokkurin. Men tað sum ikki samsvarar við henda pástandin er, at flestu uppskotini sum samgonguflokkarnir hava lagt fyri løgtingið, eru uppskot sum undanfarna landsstýri hevði fyrireikað áðrenn valið. Alt gott um tað, men at leggja uppskot hjá undanfarna landsstýri fyri tingið, kann ikki kallast “ein nýggj politisk kós”.
Víðari skrivar Javnaðarflokkurin, at løgtingið júst hevur samtykt eina fíggjarlóg “við skili í”. Hetta sigur flokkurin, hóast talan í stóran mun er um sama uppskot, sum undanfarna landsstýri legði fyri løgtingið í heyst. Tá funnust núverandi samgonguflokkar at uppskotinum, og søgdu, at har var eingin politikkur í. Størstu broytingarnar sum eru gjørdar síðani í heyst eru á inntøkusíðuni. Millum annað hevur Bank Nordik gjørt av at býta út eitt vinningsbýti, sum gevur landskassanum 52,5 mió. krónur meira, enn roknað varð við. Tað er sjálvandi gott fyri landskassan, men tað kann ikki kallast “ein nýggj politisk kós”.
Yvirtøka hjá undanfarna landsstýri
Tjóðveldi skrivar í sínum 100 daga skrivi, at fyrsta yvirtøkan longu er avgreidd og at tvær aðrar liggja í løgtinginum. Yvirtøkan sum er avgreidd er uppskotið hjá undanfarna landsstýri, um at yvirtaka farsóttarøkið. Tað uppskotið var longu lagt fyri løgtingið áðrenn valið, og mátti leggjast fram aftur av nýggjum, tí val bleiv útskrivað áðrenn tað var samtykt. Hinar báðar yvirtøkurnar lógu eisini í løgtinginum undan valinum í 2019.
Tjóðveldi skrivar eisini, at eitt av teirra avrikum teir fyrstu 100 dagarnar av valskeiðinum er, at Bústaðir verður aftur non-profit. Til tað er at siga, at einki uppskot um Bústaðir er samtykt í løgtinginum í hesum valskeiðinum, og sostatt kann tað ikki koma undir “avgreidd mál”. Eitt uppskot um Bústaðir liggur í løgtinginum, og tað snýr seg um samstarv við onnur feløg, og sigur einki um non-profit.
Sjálvandi eru breiðar semjur
Javnaðarflokkurin fegnast um, at tað hevur eydnast at finna breiðar semjur, og at flestu málini sum eru samtykt eftir løgtingsvalið eru einmælt samtykt. Ja fyrr var illa. Talan eru um uppskot hjá undanfarna landsstýri, og teimum kunnu táverandi samgonguflokkar ikki vera ímóti.
Samanumtikið kann sigast, at fyrstu 100 dagarnar av hesum valskeiðinum hevur løgtingið næstan bara samtykt uppskot hjá undanfarna landsstýri, og alt gott um tað. – Tað er bara ikki nøkur nýggj politisk kós.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald