Vinna

Eik-málið: Marner Jacobsen dømdur at gjalda 85,7 mió. í endurgjaldi

Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg eru fríkendir í landsrættinum

Mynd: KVF.

Mynd: KVF.

2023-01-10 10:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 KVF skrivar:


Eystari landsrættur hevur dømt Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóra í gamla Eik banka, at rinda 85,7 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt Støðufesti fyri hansara leiklut, tá gamla Eik banki fór av knóranum í 2010. 

Frithleif Olsen, sum var nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður, eru fríkendir.

Sostatt er landsrætturin komin til aðra niðurstøðu enn Føroya rættur, sum 18. november í 2019 dømdi teir tríggir Eik-menninar at rinda tilsamans 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti í sambandi við, at Eik banki kollsigldi. 

LES meira á KVF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder