Vit fáa ongantíð eina optimala loysn við flogvøllinum í Vágum. Vit kunnu brúka miljardir í komuhallir og onnur átøk, men flogvøllurin í Vágum verður altíð ein avmarkað loysn. Nú tað er ivasamt, um vit sleppa av við okkara virðmismesta útflutning, er støðan vorðin nærmast pínlig.
Málið um flogvøll á Glyvursnesi fer helst at tátta í pensjónsaldur. Men nú allir møguleikar eru troyttir vesturi í Vágum, og allar ætlaðar útbyggingar ikki loysa komandi krøvini og tørvin, so er helst rætt nú at taka málið framaftur. Tí tað hevur ongantíð verið meira aktuelt enn akkurát nú.
Farið í gongd
Nógvar kanningar eru gjørdar gjøgnum tíðina. Longu í 1973 komu danskir og føroyskir serfrøðingar til ta niðurstøðu, at allar kanningarnar vístu, at ein framtíðar flogvøllur í Føroyum átti at liggja á Glyvursnesi.
Í 1999 setti eg sum løgtingsmaður landsstýrinum fyrispurning um hvørjar ætlanir vóru um flogvøll á Glyvursnesi. Tá vóru ongar tílíkar ætlanir. Eg spurdi samstundis, hvørja støðu landsstýrið hevði til, at Tórshavnar kommuna fór undir at fyrireika og byggja flogvøll á Glyvursnesi.
Stutta svarið var, at kommunan “kann í prinsippium fara undir at byggja og reka floghavn á Glyvursnesi, um donsku loftferðslumydugleikarnir góðkenna verkætlanina og loyva rakstrinum..”.
Flestum kunnugt kom kommunan langt í síni fyrireiking av flogvølli á Glyvursnesi. Her var talan um at byggja ein flogvøll, sum samfelagsbúskaparliga var besta loysnin og lagaligasta loysnin fyri brúkararnar. Her var m.a. stórur dentur lagdur á dagligan farmaflutning loftvegis.
Seinasta metingin
Seinasta veruliga metingin av flogvølli á Glyvursnesi var tann frá Landsverki í 2018/19, tá kanningar av vind- og turbolensviðurskiftum vórðu gjørdar á tveimum støðum, har tað er møguligt at leggja ein tílíkan flogvøll, í Søltuvík á Sandoynni og á Glyvursnesi við Havnina.
Flogvøllurin í Vágum er longdur og útbygdur í fleiri umførum. Men skiftandi borgarstjórar í Havn hava fleiri ferðir víst á, at flogvallarmálið hevur í mong ár verið gjørt til eitt økismenningarmál fyri Vágoynna. Tí verður loysnin altíð avmarkað, og úrslitið er, at skerda flutningssambandið darvar okkum í kappingini á heimsmarknaðinum.
Niðurstøðan í kanningini er í stuttum hon, at vind- og turbulensmátingarnar vísa, at fyri hesi viðurskifti fer reglusemið fyri flogferðslu at verða best á Glyvursnesi. Reglusemið merkir, at færri avlýsingar og seinkingar eru í flogferðsluni. Kanningarnar vísa, at tað er lítil og eingin turbulensur á Glyvursnesi.
Innflúgvingarviðurskiftini og møguleikin at byggja ein longri vøll gera, at mett verður, at besta plássið at leggja ein nýggjan flogvøll er á Glyvursnesi. Har er møguleiki at gera flogvøll, sum er longri enn 2.700 m. Enntá 3000 metrar. Tá ber eisini til at hava trygdarlendingar, tá flogfør hava tekniskar turpulleikar.
Ein longri flogvøllur við betri innflúgvingarviðurskiftum ber í sær, at størri og tyngri flogfør kunnu nýta vøllin. Breiddin gevur eisini stórar fyrimundir. Vegurin til flogvøllin kann bindast í landsvegin í Havnardali ella í Glyvursvegin.
Kostnaðarmetingin tá vísti, at kostnaðurin fyri at gera ein 2.700 metrar langan flogvøll á Glyvursnesi við terminali og hangari varð umleið 2 mia. kr. Byggitíðin varð mett til 4 ár. Haraftrat kom vegagerðin út til vøllin. Ivasamt er um tað er so øgiliga nógv dýrari í dag – skjótari er tað undir øllum umstøðum.
Ikki pláss til útbygging
Flogbreytin í Vágum bleiv longd frá 1250m til 1799m fyri skjótt 15 árum síðan. Og nú gongur kjakið aftur um at byggja flogvøllin í Vágum út. Nýggjasta var at skoyta nakrar metrar av grasplenu uppí longdina á vøllinum, sum ikki kann byggjast út, uttan at enda mitt úti á Leitisvatni. Her slepst ikki víðari.
Vit tosa samstundis um øgiligar upphæddir. Í fyrsta lagi verður helvtin av fænum í Íleggingargrunninum settur av til útbygging av Vága Floghavn – 350 miljónir. Men tilsamans hevur Vága Floghavn tørv á at byggja flogvøllin út fyri góðar 1,3 milliardir krónur komandi árini.
Og tá hetta eru varisligar metingar, kunnu vit skjótt koma til ta niðurstøðu, at ein áhaldandi útbygging í Vágum fer at kosta líka nógv ella meira enn ein nýggjur flogvøllur á Glyvursnesi. Men loysnin í Vágum verður einsamøll ongantíð optimal, hon verður altíð avmarkað og kemur aldri at nøkta allan tørvin.
Vøllurin í Vágum verður altíð har. Hann fer ongan veg. Men nú slepst ikki víðari.
Tí er stundin komin til handa. Eg fari at taka málið um flogvøll á Glyvursnesi framaftur og kanna møguleikarnar fyri politiskari undirtøku, kanna kostnað og fíggingarmøguleikar. Fyrireikingararbeiðið er farið í gongd.
Støðan í dag er munandi øðrvísi. Ein tílík íløga ræðir okkum als ikki longur. Vit hava eina vaksandi ferðavinnu og vaksandi útflutning. Og við vaksandi tørvinum mugu vit hava eina aðra loysn. Og vit hava grunnar at troyta. Altjóða áhugin fyri Føroyum er stórur, nú vit regluliga gera avtalur um herskip, kavbátar og radara við NATO og undirskriva semjuskjøl við ES.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald