Vinna

Eiði karmur um FM í talvi

Fyri fyrstu ferð í talvsøgu Føroya skal Eiði hýsa FM í talvi fyri einstaklingar, sum aftur í ár verður telvað um páskini. Kappingin verður telvað í Mentanarhøllini á Eiði í døgunum frá 9. apríl – 15. apríl, og tað er Talvfelagið Rókur, sum skipar fyri kappingini saman við Talvsambandi Føroya.

2022-02-28 10:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kappingin er skipað í tríggjar bólkar. Ein landsliðsbólk, ein almennan bólk og ein unglingabólk. Átta teir hægst rataðu telvararnir manna landsliðsbólkin, meðan restin mannar almenna bólkin. Telvarar við unglingaaldri kunnu telva í unglingabólkinum, men hava eisini møguleika at melda til eldru bólkarnar.


Sjey umfør verða telvað í øllum bólkunum. Tað merkir, at eitt talv verður telvað hvønn dag. Bæði í landsliðsbólkinum og í unglingabólkinum skal ein føroyameistari finnast.


Talan er annars um 51. føroyameistarakappingina í talvi. Tann fyrsta varð telvað í 1972, og síðani tá hevur á hvørjum ári verið kappast um føroyameistaraheitið. Helgi Dam Ziska og Heini Olsen, sáli, hava vunnið flest føroyameistaraheiti. Teir hava vunnið fimm ferðir hvør. Seinastu tvey árini er tað tó ein ungur sandavágsmaður, sum hevur staðið ovast á sigurskamlinum. Høgni Egilstoft Nielsen hevur nevniliga vunnið FM hesi bæði árini. Í báðum førum mátti hann út í umdyst fyri at tryggja sær meistaraheitið. Í 2020 var umdysturin móti blaðunga og evnaríka Luitjan Akselsson Apol, meðan umdysturin í fjør var ímóti tí meira roynda Martini Poulsen.


Sjálvt um tað enn er meira enn ein mánaður til kappingin byrjar, so er innbjóðingin longu send út og fyrstu tilmeldingarnar eru komnar. Innbjóðingin kann síggjast her:


https://faroechess.com/?p=6714&fbclid=IwAR3jvj2ckDe76AaB6YdbUEaNUtz9sGSxXd7ZCBX8xX2Vbfw_TkVf84HETuw


Verjandi og trífaldi føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, hevur longu boðað frá luttøku aftur í ár, og hann fer sostatt at gera eina roynd at vinna FM triðja árið á rað. Bróðurin, Rógvi Egilstoft, sum eisini er trífaldur føroyameistari, hevur eisini boðað frá luttøku. Sostatt hava longu nú tveir av trimum teimum hægst rataðu telvarunum í Føroyum boðað frá l

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder