Vinna

EFTIRSKÚLIN BRÚGVIN 16 glaðir næmingar!

Tað var ein stórur dagur hjá teimum 16 næmingunum, sum leygardagin fingu prógv á eftirskúlanum BRÚGVIN í Skálavík. Í august mánaða í fjørð byrjaðu 16 ungdómar á kristna eftirskúlanum í Skálavík, har teir hava tikið  10 flokk.

2022-06-21 10:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kl.15:30 í gjár byrjaði hátíðarhaldið, tá forkvinnan í stýrinum fyri skúlan, Hjørdis Háberg Petersen, bjóðaði familjunum hjá næmingunum vælkomnum, sum møttu fjølment upp ymsastaðni frá í landinum hendan sólskinsdagin í  Skálavík.


Tríggir næmingar vóru bodnir at halda røðu vegna næmingarnar, sum teir gjørdu fyrimyndarliga gott. Ein av røðarunum tók soleiðis til: “Nú fara vit at stíga út um gáttina í Ejler Jacobsensgøtu 1 fyri at stíga inn um eina nýggja gátt!”


Síðani var tað Skúlastjórin, Erika Winther, ið helt røðu. Hon takkaði foreldrunum fyri láni av teirra gulli, tá hon sipaði til tíðina, har børn teirra hava verið undir veingjabreiði skúlans. Eisini kom skúlastjórin inn á týdningin av at varðveita góðar relatiónir, tí, sum hon tók til: “Tað er í góðum relatiónum, at dreymar gerast veruleiki!”


Tá tey 16 prógvini vóru handaði við klappsalvum, reistust næmingar og gestir og sungu sangin hjá Hans Andrias Djurhuus gakk tú fram við góðum treysti. Ein sera hóskandi sangur til eina slíka løtu.

 

Áðrenn boðið var til drekka og sjálvtøkuborð endaði Dánjal Petersen, sum er eitt av starvsfólkunum á skúlanum, við eini stuttari heilsu og eini bøn fyri næmingunum.  

 

Fleiri av næmingunum fara at halda fram í miðnámsskúla annaðhvørt í Kambsdali ella á Glasir.


Hetta er annað ári hjá eftirskúlanum Brúgvin, og higartil hava 37 næmingar tikið 10-floks-prógv á skúlanum. Í alt eru tað 13 starvsfólk, sum eru knýtt til skúlan. Av hesum eru 4 starvssettir lærarar. Eisini fær skúlin vitjan av undirvísarum við Universitetsútbúgving, sum undirvísa í ávísum lærugreinum.     


Skúlastjórin, Erika Winther, upplýsir í samrøðu við Kristiligu Tíðindatænastuna, at ein av framtíðardreymunum hjá eftirskúlanum er eisini at bjóða næmingunum ellinta flokk. Erika Winther sigur, at enn eru pláss at melda seg til triðja skúlári á Kristna Eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, sum byrjar aftur í august.

Kelda: Kristilig Tíðindatænasta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder