Vinna

Effo veitir grøna hitaloysn

Nú orkuskiftið tekur dik á seg, fer Effo at veita tryggar og munagóðar orkuloysnir, og orku beinleiðis til húsarhald og vinnubygningar.

2023-02-24 19:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er eyðsæð eitt skifti í eftirspurninginum eftir orku, og Effo fylgir sjálvandi við í skiftinum og menningini. Aðalendamálið hjá Effo er at veita orku til føroyingar, og tí víðkar Effo um virksemið og fer at selja hitapumpur.


“Vit eru sera spent at byrja uppá at veita grøna orku til føroysku húsarhaldini og vinnuna. Eins og spírin í búmerkinum er eyðkenni fyri grøna orku, er tað ein sjálvfylgja hjá okkum at veita føroyingum grøna orku” sigur Gunnar Nielsen, stjóri í orkufelagnum Effo. Harumframt sigur Gunnar “Hetta er ein liður í framhaldandi  menningini av grøna orkuskiftinum, og er hetta eitt stig av fleiri á leiðini.”

Effo fer at selja hitapumpur frá Thermia við KROSSTEIN sum undirveitara, og fer Effo at hava eitt breitt úrval av hitapumpum bæði til sethús og vinnubygningar, og talan er bæði um luft til vatn og jarðhita.

Ein týðandi táttur í orkuloysnini frá Effo er tænasta og viðlíkahald. Dygdargóða hitatænastan hjá Effo, ið hevur virkað í yvir 40 ár, verður víðkað til eisini at fevna um hitatænastu av Thermia hitapumpum. Effo verður tískil føroyski service partnarin hjá Thermia. Hendan tænastan byrjar 1. apríl. Til kundar, sum ynskja eina orkuloysn við jarðhita, fer Effo at bora jarðhitahol í mai í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder