Fráfarandi stjórin í Effo fer tó ikki úr føroyska orkufelagnum, tí hann heldur fram sum stjóri til nýggjur stjóri er settur, og harafturat er hann í uppskoti at verða valdur inn í nevndina á komandi eykaaðalfundi.
Skiftið hevur við sær, at Effo skal hava nýggjan stjóra, og byrjar tað arbeiðið beinanvegin.
”Vit takka Árna fyri hansara arbeiði í Tjaldur seinastu níggju árini, har felagið hevur verið undir støðugari og áhaldandi menning. Nevndin í Tjaldur ynskir samstundis at bjóða Janusi vælkomnum í Tjaldur og síggja vit fram til eitt gott og mennandi samstarv”,” sigur Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald