Vinna

EFFO og Magn hava lækkað prísirnar

EFFO lækkaði prísirnar í gjár, og Magn hevur gjørt tað í nátt.

2022-07-07 07:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Prísirnir á brennievni eru spakuliga á veg niður aftur, eftir skjóta vøksturin, sum hevur verið.

Bæði EFFO og Magn hava lækkað prísirnar á brennievni, og kostar nú ein litur av bensini 14,6 kr, sum er um tað sama, sum tað gjørdi tann 2. juni. Vøksturin á bensini er 40% higartil í ár.

Ein litur av dieseli kostar nú 13,49 kr, sum er tað sama sum tann 12. juni. Vøksturin á dieseli er 59% higartil í ár.

Oljufeløgini selja í dag 1000 litrar av gassolju fyri 12.750 kr. Vøksturin á gassolju er 64% higartil í ár.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder