Vinna

EFFO hevur lækkað prísirnar í dag

Prísurin á brennievni er hækkaður nógv seinastu dagarnar, men fyri løtu síðani kunngjørdi EFFO at teir hava lækkað prísirnar í mun til í gjár.

2022-03-11 11:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ein litur av bensini kostar nú 13,23  kr hjá EFFO, sum er ein lækking á 0,37 kr/litur.

Ein litur av dielseli kostar nú 11,78 kr hjá EFFO, sum er ein lækking á 0,37 kr/litur.

1000 litrar av gassolju kosta nú 10.788 kr, sum er ein lækking frá í gjár á 0,38 kr/litur.


Magn hevur ikki broytt prísirnar enn, men kann væntast at teir eisini fara at broyta sínar.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder