Mentan

Dyrgja eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár

FarGen er eitt samstarv millum Fólkaheilsustýrið, Sjúkrahúsverkið, Københavns Universitet, Ríkissjúkrahúsið og amerikansku fyritøkuna, Variant Bio

2023-02-28 15:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Dyrgja eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár

FarGen rundaði 1.000 luttakarar fyri stuttum. Undirtøkan fyri at verða partur av føroyskari ílegugransking er breið millum føroyingar, hóast ávísir bólkar tykjast vera lættari at røkka enn aðrir. Tey 18-19 ára gomlu og fólk í 50-árunum eru best umboðað higartil, eins og kvinnurnar stuðla serliga væl undir. Sandoyggin og Suðurstreymoy eru lutfalsliga yvirumboðað, meðan longur er millum eysturoyingarnar.    

FarGen 2 fór av álvara í gongd í september 2022, og hevur havt fastar upplatingartíðir í Havn og í Klaksvík, eins og vitjanir eisini hava verið í øllum teimum størru oyggjunum. Málið er 3.500 luttakarar, og ynskiligt er at fáa umboðan av m.a. kyni, aldri og landafrøði, sum samsvarar lutfalsliga við føroyska fólkið. Sostatt eru mál sett fyri ymsu økini í landinum, og her er Sandoyggin langt á odda við 64 % av ásetta luttakaratalinum, og ein góður triðingur er rokkin í Suðurstreymoy. Eysturoyggin liggur niðri á 18 %, men frágreiðingin er hugsandi, at kanningar higartil bert eru gjørdar eina ferð har umframt tað, at fólk búgva rættiliga spjatt í Eysturoynni.

Fyri at luttaka í FarGen skalt tú vera minst 18 ár, og flestu aldursbólkar eru rímiliga væl umboðaðir, nú luttakaratalið er farið um tey 1.000. Kortini sæst, at trupult er at røkka fólki omanfyri 70 ár, og serliga trupult at fanga fólk, sum eru 80 ár og eldri. Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari, staðfestir, at serstøk átøk skulu til fyri at fáa eldru føroyingarnar at gerast partur av FarGen. ”Vit hoyra javnan eldri fólk siga, at tey meta ikki sína luttøku at vera viðkomandi fyri verkætlanir sum okkara, tí teirra lívsskeið er skjótt runnið. Sannleikin er tvørturímóti, at vit hava tørv á øllum aldursbólkum, so vit m.a. kunnu gera samanberandi greiningar. Vit vita eisini, at føroyingar gerast lutfalsliga gamlir, og tað kundi verið áhugavert at farið undir nærri kanningar á tí økinum. Tí er umráðandi, ikki minst fyri eftirtíðina, at savna ílegu- og heilsudátur breitt millum føroyingar”.

Kvinnur vísa sum heild størri áhuga fyri at luttaka í granskingarverkætlanum sum FarGen, og í løtuni eru 61 % av luttakarunum kvinnur, so talan er um eina skeikling í mun til kynsbýtið í Føroyum. Út frá ásettu málunum fyri FarGen, so eru menninir komnir upp á 21 % av ynskiliga luttakaratalinum, meðan kvinnurnar hava rokkið 36 %.

FarGen savnar lívfrøðiligt tilfar frá føroyingum og fær kanningar í lag, sum kunnu menna møguleikarnar fyri sjúkufyribyrging og -viðgerð. FarGen 2 hevur trý ítøkilig mál: 1) At kanna fýra sjúkur við høgum títtleika í Føroyum: Diabetes, blóðtrýst, tarmbrunasjúku og ávísar giktarsjúkur. 2) At menna føroyska tilvísingargenomið, sum vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum. 3) At kanna hvussu tætt skyldir føroyingar eru í dag og fáa kunnleika um søguna hjá føroysku populatiónini.

FarGen er eitt samstarv millum Fólkaheilsustýrið, Sjúkrahúsverkið, Københavns Universitet, Ríkissjúkrahúsið og amerikansku fyritøkuna, Variant Bio

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder