Mentan

Dynamit á Tórsfest 2024

Niclas Heri Jákupsson, sum hevur skrivað nógv av stóru hittunum hjá Dynamit, er á odda við sínum altíð góða lagið, orku og góða undirhaldi.

2023-12-22 18:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit kenna flest løgini: Pápi tín býr ei í Tórshavn, Lat meg vera, Hví gongur Tom altíð skít, Til Allar Kvinnur, Omman við Gjógv, Rudolf, Ein vátur og kaldur drongur, Abbin og vit kundu blivið við. Sangurin, hittið og løtan, tá áhoyrarafjøldin fer at syngja harðast verður væntandi, tá teir tríva í sangin Grøv nr. 13. Tað slær ikki feil og verður hetta møguliga ein av festligastu løtunum í føroyska summarinum.


Teir megna at savna fólki og teir megna at fáa áhoyrarafjøldina at syngja sum eingin annar. Eisini megna teir at raka nærum allar aldursbólkar og tí vænta vit eina heilt serliga løtu, tá Dynamit koma at yvirtaka Havnina. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder