Vinna

Durita best í september

Úrslitið í atkvøðugreiðsluni hesaferð var púra greitt – Durita Hummeland hjá KÍ var besti spælarin í kvinnudeildini í september

Durita Hummeland og Margit Joensen á vøllinum við Løkin. - Mynd: Hans Erik Danielsen

Durita Hummeland og Margit Joensen á vøllinum við Løkin. - Mynd: Hans Erik Danielsen

2022-10-02 12:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undan seinnu hálvfinaluni millum kvinnurnar hjá KÍ og NSÍ, varð besti spælarin í september kosin og heiðrað. Hesaferð var talan um KÍ leikara Duritu Hummeland, sum hevur verið sera væl spælandi seinastu umførini. Margit Joensen frá Klaksvíkar ítróttarfelag handaði Duritu glasstandmyndina frá Betri og gávukortið á 1500 krónur frá EFFO.

NSÍ vann fyrru hálvfinaluna við einum máli móti ongum, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst, har oddaliðið undan dystarbyrjan hevði ryggin móti múrinum. Og tíðliga í dystinum gjørdist greitt, at júst Durita Hummeland var væl uppløgd og klár til dyst.

Longu í fimta minutti legði hon KÍ á odda, og eftir at Tóra Mohr løtu seinni hevði økt til 2-0, skoraði Durita eitt mál afturat, tá ið ein góður hálvur tími var spældur. Vinstrabeinti kanstpælarin var sostatt í málhýri í dystinum, sum KÍ endaði við at vinna 3-1. Harvið eru klaksvíkskvinnur klárar til steypafinaluna á Tórsvølli 29. oktober.

Og hóast hon er glað fyri heiðurin sum best í september, so hevði finaluplássið hægstu raðfesting í dag, sigur Durita Hummeland.

– Eg eri sjálvandi glað fyri at vinna heiðurin, men tað hevur enn størri týdning fyri meg, at vit sum lið stóðu okkum væl í dag, og at vit nú kunnu síggja fram til at spæla steypafinalu, sigur Durita Hummeland.

Í finaluni skulu tær spæla móti HB, sum vann sína hálvfinalu móti EBS/Skála eftir longda leiktíð. Liðini bæði vunnu hvør sína hálvfinalu 2-0, og tí mátti longd leiktíð til í Gundadali í dag. Her gjørdi HB bart og endaði við at vinna seinnu hálvfinaluna 4-1.

Steypafinalan 2022 verður sostatt millum HB og KÍ, og hon verður spæld á Tórsvølli leygardagin 29. oktober kl. 15.00.

Sí myndir her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder