Ítróttur

Dráttur skipar fyri stuðulstiltaki á Giljanesi leygardagin

Leygardagin skipar Flogbóltsfelagið Dráttur fyri stuðulstiltaki við maratonflogbólti á Giljanesi.

2023-09-15 10:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Byrjað verður kl. 10:00-12:00 við morgunmati, sum Vága kommuna og Dráttur bjóða.
Tombola verður kl. 11:00 og maratonflogbólturin byrjar kl. 10:30. Allir leikarar hjá Drátti og foreldur fara at spæla flogbólt, umframt at dystur verður kl. 13:30 millum Meistaradeildina hjá Drátti MK og U19 kvinnulandsliðið. Eftir dystin verður høvi at leika motións-flogbólt.
Eisini verður almennur fyrilestur um evni: týdningurin av felagsskapi og breiddarítrótti. Katrin á Neystabø ítróttarráðgevi fer at hava fyrilesturin.
Í sambandi við tiltakið savna allir leikarar hjá Drátti stuðul til flogbóltsvirksemið. Til ber eisini at flyta pening á kto. hjá Drátti 6460-153.925.8 og viðmerkja “MF” og skriva navn á leikara.
Stuðulin, ið inn kemur, fer til flogbóltsvirksemið hjá Dráttur. Høvuðsvenjarar felagsins hetta kappingarárið eru Vladimir Hauriska og Tereza Kerpcarová úr Slovakia. Tereza fer eisini at spæla við Meistaradeildini hjá Drátti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder