SÍ og TB spældu í gjár um, hvør skal vera fremsti avbjóðari til Fleyr á øðrumplássi, sum gevur atgongd til FM-finalurnar, har annað av liðunum fyri vist sær út til at gerast Dráttur, sum gjørdi sína skyldu ímóti Ternuni
TB var frammanfyri fyrra helming av fyrsta setti, men misti leiðsluna, tá SÍ javnaði til 11-11. Síðan skiftust liðini um at vera frammanfyri, men við 19-19 gjørdi SÍ avgerandi lop og legði seg á odda 23-19. TB yvirlivdi tveir settbóltar, men SÍ gjørdi sært dælt av tí triðja og vann 25-22.
Í øðrum setti legði SÍ best fyri, men TB javnaði til 7-7 og legði seg á odda. SÍ javnaði aftur til 15-15, og við sjey stigum á rað mest sum avgjørdi SÍ settið, sum varð vunnið 25-20.
TB gav kortini ikki skarvin yvir og legði seg aftur á odda í triðja setti, 6-3, 7-4 og 11-8. SÍ javnaði til 11-11, og so gekk javnt á, og liðini skiftust um at vera á odda. Støðan var 18-17 til TB, tá SÍ vann fýra bóltar á rað, og hetta gjørdist avgerandi. Støðan gjørdist síðan 24-19, og hóast TB yvirlivdi tríggjar dystarbóltar, so var ov langur vegur til bjargingina, og SÍ vann 25-22 við sínum fjórða dystarbólti.
Við sigrinum kemur SÍ upp á liðina á Fleyr á øðrumplássi. Fleyr hevur tó betri settmun og hevur eisini spælt ein dyst færri.
Mikudagin 13. desembur vitjar SÍ oddaliðið og grannan Drátt.
Ternan – Dráttur 0-3 (11-25, 21-25, 14-25)
Hjá Drátti gongur framvegis sum eftir ánni, og tað var heldur ikki væntað, at stigaleysa Ternan fór at skaka Drátt í gjár.
Dráttur legði seg framum 13-3 í fyrsta setti, og so var bara spurningur um hvussu stórur, sigurin fór at verða. Soleiðis sá eisini út í øðrum setti, tá Dráttur hevði lagt seg á odda 11-4, men hesa ferð kom Ternan væl afturíaftur og minkaði um munin til bara eitt stig við støðuna 21-22, og venjarin hjá Drátti kendi seg so kroystan, at hann bað um leikbrá. Hetta hjálpti, og Henrikka Jacobsen smassjaði fyrsta bóltin í gólvið til 23-21, áðrenn hon sjálv fór aftur at serva – og so vann Dráttur 25-21.
Ternan legði bragdliga fyri í triðja setti og fór framum 6-3, men tá so Dráttur vann næstu átta stigini á rað, var góða byrjanin hjá Ternuni longu burturspilt. Trý ess á rað servaði Tereza Kerpcarová í sínum servistima. Spenningur kom ongantíð í settið aftur, og Dráttur vann 25-14 uttan himpr.
Mikudagin fáa vit endiliga at síggja, um nakar er mentur at skala Drátt, tá formsterku grannarnir úr Sørvági koma á vitjan á Giljanesi.
Mjølnir – KÍF 3-0 (25-7, 25-14, 25-22)
Mjølnir legði fyri sum eitt óløgi og fór framum 10-1 og 22-4. Í øðrum setti tvífaldaði Mjølnir støðuna, so hvørt sum settið leið, og 4-2 gjørdist til 8-4, sum aftur gjørdist til 16-8, áðrenn Dráttur vann settið 25-14.
Í triðja settið sá út til, at KÍF veruliga hevði fótað sær, og kollfirðingar løgdu seg á odda 13-5, og venjarin hjá Mjølni, Ragnar í Haraldstovu, bað um leikbrá á øðrum sinni, og hesa ferð bøtti, tí brátt var 14-14. KÍF togaði seg framumaftur 17-15 og 18-16, men so javnaði Mjølnir til 19-19, og vann seg trý stig framum, sum gjørdist avgerandi, hóast KÍF minkaði um munin niður í 21-22, áðrenn Mjølnir vann settið 25-22.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
Dráttur | 8 | 21 | 23 |
Fleyr | 7 | 8 | 14 |
SÍ | 8 | 4 | 14 |
TB | 6 | 0 | 9 |
Mjølnir | 6 | -2 | 9 |
KÍF | 8 | -11 | 6 |
Ternan | 7 | -20 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald