
Ein samdur dómsmansrættur metti, at fimm av monnunum vóru sekir. Fýra av monnunum vórðu funnir sekir í at hava samstarvað um innsmuglingina av hassjinum til Føroya, eins og tann eini av hesum eisini varð funnin sekur í hvítting av 1,3 mió. kr. Ein av monnunum varð funnin sekur í at hava selt 200 gramm av amfetamini í Føroyum, og tann seinasti av teimum seks varð fríkendur.
Skipaður kriminalitetur og stórar nøgdir av pengum og hassji
Í ásetingini av revsingini legði rætturin m.a. dent á, at talan var um skipaðan kriminalitet, stóra nøgd av pengum og um hassj, sum hevði havt eitt stórt virði, um tað var selt í Føroyum.
Dómarnir fullu soleiðis:
- 23 ára gamal maður: 2 ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
- 29 ára gamal maður: 2 ár og 2 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
- 34 ára gamal maður: 2 ár og 2 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
- 35 ára gamal maður: 1 ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
- 41 ára gamal maður: 1 ár og 4 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
- 22 ára gamal maður: Fríkendur
Umframt fongsulsrevsingina bleiv hald m.a. lagt á seglbátin, sum hassjið kom til Føroya við, bilin, sum pengarnir vóru goymdir í, hassjið og pengarnar.
Partarnir hava nú 14 dagar at umhugsa, um málið skal kærast.
Skipaður kriminalitetur í Føroyum
Tað áhugaverda í hesum málinum er, at talan bert er um útlendingar. Sambært ákæruvaldinum er rákið, at vit síggja alsamt meira skipaðan kriminalitet í Føroyum. Hetta málið vísir, at tað er ein skipaður narkotikamarknaður í Føroyum, sum orsakað av relativt høgu prísunum, loysir seg væl, og smugling av pengum úr Føroyum er ein "natúrligur" partur av hesi ringrásini.
Avdúkaðir á veg umborð á Norrønu
Í fjør steðgaði TAKS einum bili ávegis umborð á Norrønu. Í bilinum, sum ein av teimum dømdu var førari av, vórðu 1,3 mió. kr. funnar í reiðum peningi.
Kanningararbeiðið hjá politinum førdi til, at tveir mans afturat vóru handtiknir seinni sama dag nakað omanfyri Kirkjubø, og tá legði Føroya Politi hald á 18 kilo av hassji og 800 gramm av hassjolju. Dagin eftir varð fimti persónurin í málinum funnin og handtikin.
At enda leiddi kanningararbeiðið til handtøkuna av sætta og seinasta manninum. Hesin maðurin varð frídømdur fyri tvær av ákærunum, men varð dømdur fyri at hava selt 200 gramm av amfetamini í Føroyum. Hesin maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani januar í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald