Ítróttur

SÍF og HSF: Dómaraskeiðið á Giljanesi verður hósdagin 6. mars

.

2025-03-03 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Væleydnað dómaraskeið HSF hevur hesa vikuna havt tvey dómaraskeið, har tað fyrra var á Argjahamri týsdagin og seinna í Runavík ígjár. 38 hava higartil luttikið.

Talan er fyrra partin av C-skeiðnum, har tað seinna verður í september. Tvey skeið vera eisini í komandi viku, har tað enn eru nøkur tøk pláss. 4. mars í Klaksvík kl. 19.00 6. mars á Giljanesi kl. 19.00 Meldið til við at skráseta tykkum her, tað er ókeypis. https://forms.office.com/pages/responsepage.aspx... Dómarar kunnu taka trý ymiskt prógv, A-, B- og C-dómararprógv. C-prógvið er ætlað teimum, sum døma upp til og við U14, B-prógvið til 1. deild, 2. deild, U18 og U16, meðan A-prógvið er til fremstu deildirnar.

Fyri at fáa C-prógvið krevst, at ein tekur grundskeið 1.1 og 1.2, sum eru tríggjar tímar hvørt. 1.1 umfatar leiktlutin at vera dómari, døming í U8 til U14 og grundleggjandi dómararreglar. 1.2. umfatar serreglur fyri U-deildir, praktisk dømi og eina dómararoynd. Tey fyrstu fýra skeiðini eru C-skeið 1.1, sum er felags dómaraskeið fyri øllum áhugaðum, leikarum, venjarum og hjálparfólkum. Aldursmarkið fyri hesi skeiðini er 14 ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder