Lýsing

Djóralækni ella lívfrøðingur

-

2022-01-26 07:50 Author image
-
placeholder


Hevur tú áhuga í at arbeiða við aling, og brennur tú fyri at tryggja eina sunna og burðardygga framleiðslu, so ert tú kanska tann, vit leita eftir.

Tú verður partur av lívfrøðiliga toyminum á Góðskudeildini og fert at hava ábyrgd av at fylgja heilsustøðuni hjá rognkelsi og laksi og áhaldandi menna viðurskifti viðvíkjandi fiskaheilsu- og vælferð.


Starvið
Sum djóralækni ella lívfrøðingur fert tú proaktivt at arbeiða við smittufyribyrging og fremja heilsueftirlit í aling á landi og á sjónum. Somuleiðis fert tú í tøttum samstarvi við alileiðarar og formenn/-kvinnur at vera við til at optimera nýtsluna av rognkelsi í alibrúkum og tryggja fiskaheilsu og vælferð hjá laksi og rognkelsi, herundir at skipa arbeiðsgongdir, mannagongdir og skráseting, umframt rapportering á økinum.

Uppgávurnar í starvinum eru fjøltáttaðar og fevna millum annað um at:

  • Fremja heilsueftirlit á aliøkjum og tryggja djóravælferð
  • Arbeiða við smittufyribyrging og menna mannagongdir
  • Fremja reinføriseftirlit á brunnbátum og arbeiðsbátum
  • Greina og ráðgeva í samtakinum
  • Luttaka í verkætlanum

Sum partur av okkara lívfrøðiliga toymi fert tú at virka fyri, at Bakkafrost framhaldandi styrkir sína lívfrøðiligu støðu. Alivinnan er ein spennandi vinna, har nógvar ymiskar og spennandi avbjóðingar stinga seg upp. Góðskudeildin er ein týdningarmikil partur í at tryggja áhaldandi vøkstur og støðugan rakstur.

Hjá Bakkafrost seta vit okkum altíð framsøkin mál, og vit ynskja at ganga á odda og vera ein fyrimynd á øllum økjum, sum vit virka innan. Okkara mál er at vera leiðandi innan burðardygga laksaframleiðslu, herundir at vera fremst innan fiskaheilsu- og vælferð.


Um Góðskudeildina
Tú verður partur av Góðskudeildini, ið varðar av djóraheilsu og djóravælferð, matvørutrygd- og góðsku og umhvørvisviðurskiftum. Góðskudeildin samstarvar breitt við aðrar deildir í Bakkafrost samtakinum og miðar eftir at veita holla ráðgeving og dygdarloysnir til allar partar í samtakinum.
Tú hevur skrivstovu á Glyvrum, men tú skalt vænta at vera nógv úti á aliøkjum hjá Bakkafrost, ið eru kring alt landið.


Tín vangamynd
Tú hevur náttúruvísindaliga útbúgving sum t.d. djóralækni, fiskaheilsulívfrøðingur, lívfrøðingur ella líknandi. Sum persónur ert tú væl skipað/ur, virkisfús/ur og ábyrgdarfull/ur. Tú tímir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur góð samskiftisevnir og megnar at umseta akademiska vitan til ítøkiligar uppgávur, tá tú samstarvar og ráðgevur starvsfólki við ymiskum fakligum bakgrundum í Bakkafrost samtakinum.
Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort.
Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.


Vit bjóða
Tú fært ein gerandisdag við spennandi og fjølbroyttum uppgávum við góðum møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Vit raðfesta vit eitt gott arbeiðsumhvørvi, og tú fært dugnaligar starvsfelagar, sum altíð eru klárir at hjálpa til og veita ráðgeving, um tørvur er á tí. Vit arbeiða miðvíst og virðismeta at arbeiða á einum høgum fakligum støði. Harumframt kunnu vit bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.


Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna.
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.


Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Annu Johansen, deildarleiðara, á tel. 23 50 20, ella við telduposti til [email protected]


Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her.


Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 11. februar 2022. Starvið verður sett 1. apríl ella eftir nærri avtalu.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder