Vinna

Djarvt fokus á alivinnuna lønar seg fyri JT

“Vit tóku avgerð um at fokusera virksemi okkara á alivinnuna, tað hevur lønt seg” svarar Suni Justinussen, stjóri, tá hann verður spurdur, hvussu JT Electric í hansara 5 ára stjóratíð er farin frá 5 milliónir í undirskoti til eitt yvirskot á slakar 15 milliónir krónur í fjør.

Suni Justinussen, stjóri í JT Electric síðani 2017, vitjaði sendingina Búskapur & Vinna í farnu viku.

Suni Justinussen, stjóri í JT Electric síðani 2017, vitjaði sendingina Búskapur & Vinna í farnu viku.

2022-12-07 16:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Suni Justinussen, stjóri í JT Electric, var gestur í sending 14 av Búskapur & Vinna í farnu viku, har sjóneykan bleiv sett á leiklutin hjá privatum pensjónsfeløgum og íløgufeløgum annars at veita váðafúsan kapital til føroysku vinnuna. Umframt Suna vóru gestirnir Janus Thomsen, stjóri í Tjaldur, Arnfinnur Gudjónsson, íløguleiðari í Lív, og Evy Jacobsen, forstjóri í Betri. Vertur var Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur.

Tolin føroyskur høvuðspartaeigari ætlar framfýsnan vøkstur

P/F Tjaldur er høvuðspartaeigari í JT Electric, sum hevur høvuðssæti á Kambsdali. Í sendingini greiddi Janus Thomsen, nýsettur stjóri í Tjaldur, frá, at tey sum høvuðspartaeigarar høvdu lagt seg eftir at skapa lønandi vøkstur í JT Electric við at hjálpa fyritøkuni at vaksa uttanfyri landoddarnar. Soleiðis framdi fyritøkan eina munandi kapitalhækking í 2020 í sambandi við, at felagið keypti eitt skotsk felag, sum í dag er dóttirfelag hjá JT Electric.

Við ársenda 2021 var bókaða eginognin hjá JT Electric 68 mió.kr. meðan ársúrslitið eftir skatt í 2021 var 14,5 mió.kr. svarandi til eina renting av eginognini á heili 24%. Til samanberingar hevði fyritøkan í 2017 eitt hall  á 5 mió.kr. og eina bókaða eginogn á bert 4 mió.kr. við ársenda 2017. Seinastu 5 árini við Suna Justinussen við borðendan sum stjóra hava veruliga verið ein broytingartíð fyri søguliga felagið á Kambsdali. Felagið hevði annars 50 ára stovningardag herfyri, har heili 400 gestir vóru til móttøkuna.

Meira enn helmingurin av inntøkunum uttanlands

Í samrøðuni greiddi Suni Justinussen frá, at JT Electric í januar 2018 valdi eina fokuseringsstrategi, har tey einamest løgdu seg eftir at vera veitari til skjótt vaksandi alivinnuna. Sostatt frávaldi fyritøkan fleiri virkisøkir, sum eru knýtt at øðrum viðskiftabólkum. Tí kenna tey fægstu kanska felagið á Kambsdali, sum seinnu árini serliga hevur lagt seg eftir at vaksa um virksemi uttanfyri landoddarnar.

“Vit hava 70 starvsfólk tilsamans har av elektrikarar, verkfrøðingar og telduforritarar, sum menna ymiskar tøkniligar loysnir til alivinnuna, heilt frá aliflakum við fóðurgoymslu, undirvatnsljósum, undirvatnsupptøkutól og tær skipanir, sum stýra øllum tí” greiddi framfýsni stjórin frá. “Fyri at spjaða váðan hava vit lagt okkum miðvíst eftir at vaksa um virksemi uttanlanda, og tað hevur eydnast. Í ár væntast størra helvtin av inntøkum okkara at stava frá altjóða virkseminum.”

Suni hevur sjálvur eina útbúgvingarliga bakgrund sum útlærdur smiðjur av Skipasmiðjuni á Skála, maskinmeistari og bankaútbúgving. Hann hevur siglt úti, starvast í banka og telefyritøku, men síðstu 5 árini hevur hann stjórna JT Electric.

Pippi-hugburður hevur borið ávøkst í Póllandi

“Nógv ávaraðu okkum ímóti at fara uttanlanda við virksemi okkara” sigur Suni í samrøðuni. “Men tað gjørdi okkum bara enn meira treisk og hugaði at fara til Póllands at byrja upp nýtt virksemi frá ongum. Umframt at vit samstundis keyptu felagið í Skotlandi. Tað hevur tó kravt eina ekstremt góða stýring.”

Spurdur um virksemi teirra í Póllandi bleiv ávirka av krígnum í Ukraina var svarið greitt ja:

“Vit blivu øgiliga nógv ávirkaði, tí vit høvdu nógvar ukrainskar undirveitarar, teir fóru heim í kríggj, vit keyptu stál úr stálframleiðsluvirkinum í Mariupol, sum bleiv sprongt í luftina. So vit skuldu knappliga finna nýggjar stálveitarar, tí vit hava í ár bygt tveir nýbygningar til alivinnuna. Tað hevur verið eitt knoss, men tað hevur eydnast væl!”

Øll sendingin er tøk á netinum, har samrøðan við Suna Justinussen er tann síðsta í sendingini: Búskapur & Vinna - Televarpið (tv.fo)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder