Vinna

Dimmalætting aftur á gøtuni

Í morgin kemur Dimmalætting aftur á gøtuna.

2023-01-27 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Í fyrstu syftu kemur Dimmalætting út eina ferð um mánaðin. Talan verður um tað góðu gomlu Dimmalætting, sum vit kenna uttan tær stóru broytingarnar.

Dimmalætting er Føroya elsta blað, og kom út fyrsta sinni sum eitt royndarprent 8. desember í 1877. Síðani kom blaðið út regluliga frá 5. januar í 1878.

Blaðið hevði frá fyrstan tíð navnið »Amtstidende for Færøerne«. Men tað sigst, at V. U. Hammershaimb skeyt upp á fyrsta aðalfundinum hjá blaðnum, at blaðið skuldi hava undirheitið Dimmalætting. Seinni gjørdist hetta høvuðsnavnið, meðan undirheitið var »Amtstidende for Færøerne«.

Tá blaðið fyltið 100 ár í 1978 var danska undirheitið slept.

Tað er Sp/F Sosialurin, sum nú eigur Dimmalætting, sum verður rikið úr Miðlahúsinum í Havn, men í einum felag fyri seg. Nøkur fólk eru í starvi á blaðnum, meðan fleiri fríyrkisfólk eru eisini knýtt at blaðnum.

Vit meta, at tað hevur týdning fyri fólkaræðið, at vit hava ein fjøltáttaðan blaðmarknað, og hesum vóna vit at fólk taka undir við.

Umframt prentaðu útgávuna av Dimmalætting, so verða tíðindi eisini at lesa á netinum á dimma.fo, sum heldur fram sum áður. Har verða enn sum áður nakrar ókeypis greinar at lesa, men eisini gjaldsgreinar, sum haldarar kunnu lesa. Tað fer at bera til at keypa hald á netinum. Eitt hald upp á prentaða blaðið, sum verður borið til hús, gevur eisini atgongd til haldarapartin á dimma.fo, men tað ber eisini til bara at keypa hald til talgilda partin.

Um fólk hava ivamál við haldi sínum ella vilja tekna hald, so er at ringja til Dánial Golightly, marknaðarleiðara á telefon 58 68 79 ella senda teldupost til [email protected]

Vit eru spent upp á at fáa Dimmalætting útaftur, og vit vóna, at lesarar, lýsarar og viðskiftafólk annars taka undir við hesum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder