Politikkur

Dennis Holm: TAKK FYRI MØGULEIKAN

.

2025-02-27 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Tað er í brotasjógvi, at okur veruliga geva okkum stundir at hugsa um og dvølja við, hvørji okur eru innast inni og hví okur gera tað, sum okur gera í tí dagliga.
Eg valdi at bjóða meg fram í landspolitikki í 2022, tí eg helt meg hava nakað at taka við til borðið, til tað, sum okur øll stríðast fyri, nevniliga at flyta Føroya framá.
Aftaná nakrar fáar vikur av valstríði og síðani av samgongutelvingum, endaði eg í Fiskvinnu- og Samferðslumálaráðnum. Tað hevur verið mær ein ótrúliga spennandi og mennandi tíð, og eg fegnist um møguleikan at flyta Føroyar framá, saman við so dugnaligum fólkum - ikki minst í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum.
Nú er tann tíðin komin at enda.
Eg havi, í samráð við løgmann, tikið avgerð um at leggja frá mær sum landsstýrismaður.
Orsøkin er, at landsstýrismálanevndin er komin fram til, at eg havi handlað í heimildarloysi, tá ið eg í fjør gjørdi ein part av svartkjaftakvotuni til felagskvotu. Landsstýrismálanevndin sigur samstundis, at eg ikki havi brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí eg havi handlað eftir ráðgeving frá aðalráðnum.
Rundanum meg tosa nógv um, at tað er órættvíst, at tú kanst verða noyddur at leggja frá tær, tá ið tú hevur handlað eftir bestu sannføring og ráðgeving. Men eg havi vitað frá fyrsta degi, at soleiðis eru spælireglurnar í politikki.
Ein partur snýr seg um løgfrøði og ein partur snýr seg um politikk. Hóast øll, eisini landsstýrismálanevndin, eru samd um, at eg ikki havi forbrotið meg í mun til ábyrgd landsstýrismanna, so eru okur, sum stjórnað landinum í hesum døgum, eisini samd um, at tað er ikki politiskt rumbul, sum tann næstan tíðin skal fara við, men heldur tey so sera týðandi málini, sum okur í felag arbeiða við.
Mín persónur skal ikki standa í vegin fyri tí, sum okur hava sett okkum fyri at fremja, fólkinum at frama - og har eru jú fleiri stór týðandi mál ávegis, ikki minst á sjálvstýrisleið.
Tað er jú hóast alt tann eg eri innast inni og orsøkin til eg valdi at bjóða meg fram - tí eg trúgvi upp á, at okkara politikkur flytur Føroyar framá. Og tað fari eg nú at vera við til at gera í Løgtinginum.

Dennis Holm.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder