Vinna

Dekkari, mamma og skipsførari

Í 2018 fór hon á Glasir á hárbreytina, har hon tók útbúgving sum make-up artist.

2024-12-29 10:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroya Fiskimannafelag: Oddny er ein av fáu kvinnuligu “sjómonnunum” í føroyska skipaflotanum. Á sumri 2015 fekk hon studentsprógv frá skúlanum í Hovi. Í septembur sama ár mynstraði hon sum dekkari við Breiðanesi.

Henni dámar sera væl sjólívið og er nú partur av føstu manningini umborð á Breiðanesi, hóast hon eisini hevur gjørt onkran túr við Nærabergi. - Eg arbeiði saman við hinum dekkarunum, tá ið vit hála trolið inn og fáa tað útaftur, tá ið vit kryvja og fáa fiskin í kørini og í lastina. Skrædnar trolið, ja, so hjálpi eg til við at bøta og at fáa tað heilt aftur.

Brot úr grein, sum Maigun Solmunde skrivar í nýggjasta FF-blaðnum, sum kom út á landsfundi Føroya Fiskimannafelags á Hafnia í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder