Stutt fyri klokkan sjey í morgun móttók MRCC eitt neyðarkall frá danska skipinum Klevstrand, sum var statt einar 100 fjórðingar norður vestur úr Mykinesi.
Veðrið var vánaligt og skipið hevði fingið sjógv í maskinrúmið. Umvegis Holland og Írland vóru fyrstu boðini frá skipinum, at manningin mátti av skipinum, sum skjótast. Men seinni kom meira tamarhald á støðuna og sum støðan er í løtuni er ikki ætlanin at manningin skal av skipinum.
Nærmasta skipið hjá neyðstadda skipinum er føroyski trolarin Brestir. Hann verður frammi hvørja løtu. Føroyska bjargingartyrlan er eisini á staðnum um tað skuldi verið tørvur á henni.
Brimil er ávegis vestur eftir, men tað gongur ikki so skjótt í ringa veðrinum. Danska sjóverju tyrlan er klár at fara avstað, um tørvur skuldi verið á tí.
MRCC Tórshavn kl 0938 1. Mars 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald