Vinna

Danska skaðanevndin boðsend

Sjóvinnustýrið hevur heitt á Den Maritime Havarikommission DMAIB um at kanna vanlukkuna á Glyvursnesi tann 02/01-2025.

2025-01-03 18:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjóvinnustýrið fekk boð um vanlukkuna hóskvøldið kl. 22.12 og sendi beinanvegin fólk á staðið. Tosað varð við skiparan, sum kunnaði um, at ein maður hevði mist lívið, og tveir høvdu fingið skaða.

Boð vórðu síðani send eftir donsku skaðanevndini, DMAIB, sum skal kanna, hví vanlukkan hendi. Kanningararbeiðið byrjar í dag.

Sjóvinnustýrið boðaði á sama hátt danska Søfartsstyrelsen frá, sum eisini fór á staðið beinanvegin. Bæði Sjóvinnustýrið og Søfartsstyrelsen hava fyribils afturhildið skipið.

Leikluturin hjá Sjóvinnustýrinum í støðum sum hesari er m.a. at tryggja, at einki brot er farið fram. Tí er vanlig mannagongd at geva løgregluni boð um at kanna málið. Tað er eisini gjørt í hesum føri, hóast eingin ábending er um nakað óregluligt. Danska løgreglan er umborð á Glyvursnesi í løtuni.

Sjóvinnustýrið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder