2023-01-29 21:34
Danmark vann eina væl spælda HM-finalu ímóti Frankaríki. Talan var um eina spennandi HM-finalu, sum Danmark var omaná meginpartin av dystinum.
Av donsku spælarunum, sum spældu ein góðan dyst kunnu nevnast Simon Pytlick, sum spældi sítt fyrsta HM-endaspæl. Simon skoraði 9 mál í dystinum.
Rasmus Lauge skoraði 10 mál.
Við sigrinum hevur Danmark skrivað søgu. Ongantíð áður hevur eitt lið vunnið HM tríggjar ferðir á ræð.
Til lukku Danmark og til lukku Jóhan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald