Ítróttur

Daniel Obbekjær til 07 Vestur

Daniel Obbekjær, sum í 2019 og 20 spældi nakrar Superliga-dystir í OB flytir til 07 Vestur, eftir at hava roynt seg í York United FC í bestu kanadisku deildini, 

2022-06-14 21:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
07 Vestur: 19-ára gamli miðverjin fekk longu sínar fyrstu minuttir fyri OB í Superliguni sum bert 16-ára gamal. Síðan bleiv hann útleigaður til SPAL, sum spæla í Seriu B í Italia, áðrenn hann flutti til fremstu deildina í Kanada. Hann hevur eisini umboðað donsku U16, U17, U18 og U19-landsliðini.

Daniel er komin til Føroyar og er byrjaður at venja við 07 Vestur. Flytingargluggin letur upp mikudagin, so hann verður væntandi klárur at leggja til brots fyri liðið hjá Michael Schjønberg longu sunnudagin, tá 07 Vestur fær vitjan av AB.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder