Annað

Dánial og Ann Dorit Thomsen vunnu bilin

-

2024-10-29 18:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Dánial og Ann Dorit Thomsen úr Sandavági vóru ímillum tey mongu, ið stuðlaðu arbeiðinum hjá Reyða Krossi í árligu landsinnsavningini sunnukvøldið – og so vóru tey eisini hepnu vinnararnir av tí spildurnýggja Volvo EX30 elbilinum.

Sum sandavágsfólk høvdu tey longu lagt merki til flotta bilin uttanfyri Fiskastykkið, og nú sleppa tey at koyra hann heim.

Hjartaliga tillukku við bilinum, tit bæði, og takk fyri stuðulin.
Reyði Krossur Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder