Mentan

Dania Niclasen nýggjur skúlastjóri í Sørvági

Í síðstu viku tók Dania Niclasen við sum skúlastjóri í Sørvági. Dania er 37 ára gomul og tók læraraprógv í 2015. Hon kemur úr starvinum sum einalærari í skúlanum í Haraldssundi, har hon hevur starvast seinastu sjey árini.

2023-05-24 20:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jóhannis Joensen, varð settur skúlastjóri í Sørvágs skúla fyri 9 árum síðani, men hann hevur verið í farloyvi síðani november 2019, tá hann var valdur inn í løgtingið. Eyð Niclasen hevur síðani tá røkt starvið sum skúlastjóri, inntil í síðstu viku tá Dania Niclasen tók við.

Sørvágs kommuna ynskir Daniu blíðan byrð í starvinum, og vil takka Eyð fyri tíðina sum skúlastjóri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder