2023-02-03 20:45
Dalbingar hava undirskrivað keypssáttmála við felag í Haugesund í Norra, um keyp av skipinum Mostein.
Mostein er 45 metrar til longdar og er bygdur í 2001.
Eysturbúgvin sakk 14. apríl í fjør, nýggja skipið kemur í flotan fyri Eysturbúgvan og fær eisini navnið Eysturbúgvin.
Ætlanin er at nýggi Eysturbúgvin fyrst skal á gullaksaveiðu.
Gamli Eysturbúgvin partrolaði við Vesturbúgvanum í Vestmanna, men ætlanin er at nýggja skipið ikki skal partrola.
Tað er P/f Vørðustíggjur í Dali, sum hevur keypt nýggja skipið
Kelda: KVF.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald