Tórshavn:
Borgarstjórin helt stutta røðu og nevndi, at 40 ár er rættiliga long tíð og umfatar eini tvey ættarliðsskifti, t.v.s., at mong av teimum, sum høvdu sína dagligu gongd í dagstovninum sum lítil børn, í dag bæði eru foreldur og eisini ommur og abbar. Yvir fjøruti ár tosa vit um túsundtals fólk.
- Eg skilji eisini, at nøkur hanga við, sum vóru her í 80’unum, og tað kann bara benda á, at her hevur verið góður trivnaður. Stovnurin var eins og fleiri aðrir sjálvsognarstovnur fram til fyrst í øldini. Og um hann onkuntíð hevur sæð eitt sindur viðtikin út, so hevur dygdin á arbeiðnum altíð verið tann besta.
- Tí fari eg at takka øllum starvsfólkunum fyri eitt einastandandi gott arbeiði gjøgnum árini.
- Men í dag hava vit eisini tvey starvsfólk, sum eru gomul í garði her í húsinum, og sum vit fara at gera eitt sidnur burturúr í dag. Tær eru Beinta Leivsdóttir Andrésen og Valborg við Sandá.
- Valborg við Sandá byrjaði at arbeiða í vøggustovuni í Bláa Húsi fyri 25 árum síðani og har starvast hon framvegis. Av lyndi er Valborg fitt, smílandi, glað og friðarlig. Hon hevur myndað stovnin øll hesi árini og fólk spyrja javnan: “Er Valborg har enn??”.
- Valborg er tann tryggi kletturin, sum stovnurin hevur tørv á, sum øll til eina og hvørja tíð kunnu venda sær til. Tað er ikki keðiligt har, sum Beinta og Valborg eru, saman eru tær ein partur av berandi starvsfólkahópinum á stovninum.
Beinta Leivsdóttir Andrésen byrjaði at arbeiða í Tórshavnar Kommunu fyri 36 árum síðani. Tað var í 1987. Hon bleiv avlærd sum námsfrøðingur í 1995. Síðani fluttu hon til Danmarkar í 1996, har hon arbeiddi í eini vøggustovu.
- Heimafturkomin til Føroya byrjaði hon fyrst at starvast á Ternuryggi, síðani við Velbastaðvegin, á Hamrinum, í Reiðrinum, men hevur sseinastu 8 árini arbeitt í vøggustovu her.
- Beinta er væl dámd millum børnini, starvsfólkini og foreldrini. Av lyndi er hon glað, stuttlig, jalig og hevur ein smittandi látur. Beinta er haraftrat fakliga sera væl fyri og er góð fyri starvsfólkabólkin, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald