Mentan

Dagstovnaøkið í Vestmanna góðkent sum ítróttardagstovnaøki

Móttøkan verður í høllini í Vestmanna fríggjadagin 17. Mars kl. 15:00

2023-03-17 14:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv
Sum hitt fyrsta í Føroyum verður dagstovnaøkið í Vestmanna fríggjadagin 17. mars góðkent av Dansk Idrætsforbund og VIA University College í Århus sum ítróttardagstovnaøki.


Við hesum fáa dagstovnarnir rætt at kalla seg góðkendar ítróttardagstovnar – við ítrótti, spæli og rørslu í miðdeplinum.

At vera góðkendur ítróttarstovnur merkir at man í arbeiðnum leggur dent á eina javnvág millum avbjóðingar, felagsskap, rørslugleði og heilsu.


Í góðkenningartilgongdini hava leiðsla og øll starvsfólkini verið ígjøgnum nøkur førleikamennandi skeið, har Grete Sandholm frá VIA í Århus hevur undirvíst í, hvussu ítróttur kann nýtast sum eitt námsfrøðiligt amboð at styrkja kropsligu, kognitivu, sálarligu og sosialu førleikarnar hjá børnunum.


Góðkenningin varpar ljós á og styrkir dagstovnarnar í Vestmanna, til frama fyri bæði børn og ung í kommununi.


Børn, foreldur, miðlar og onnur áhugað eru vælkomin til móttøku í sambandi við góðkenningina. Møguleiki verður at royna námsfrøðiligan ítrótt.


Móttøkan verður í høllini í Vestmanna fríggjadagin 17. Mars kl. 15:00. Sára Jógvansdóttir varaborgarstjóri, Djóni Nolsøe Joensen landstýrismaður, Magni Mohr professari í ítróttarfysiologi og Andras Nolsøe ítróttarráðgevi hjá ÍSF føra fram røður.


Morten Hust Petersen,
Leiðari av dagstovnaøkinum í Vestmanna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder