Kommunan Fjarðabyggð á Eysturlandinum og CIP (Copenhagen Infrastructure Partners) hava gjørt avtalu um eina spennandi orkuætlan, hvørs endamál er at framleiðða sokallað e-fuel.
CIP er danska felagið hjá m.ø. føroyinginum Rune Bro Róin, ið var upp á tal at bora Eysturoyartunnilin, og nú skal standa á odda fyri eini rættiligari stórari íbúðabygging í Runavík.
Tað er eitt felag undir CIP, kalla CI ETF I, sum hevur gjørt avtaluna við Fjarðabyggð um staðseting, brúk av havnini , atgongd til vatn og menning av fjarhitaskipanini í Reyðarfirði í sambandi við framleiðsluna av hesum e-brenninum.
Sambært ætlanunum skal framleiðslan liggja í Flateyri og Hómar í Reyðarfirði, og ætlanin er at framleiðslan skal byrja í 2028, tað skrivar Portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald