Vinna

Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð í kvøld

Christian í Grótinum kenur á Fuglafjørð í kvøld við 3.100 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Mynd: Jens Sigurð Justesen

Mynd: Jens Sigurð Justesen

2022-04-21 14:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fiskiskapurin er góður suður ímóti markinum, har øll skipini royna, segði stýrimaðurin Leivur Thorsteinsson, sum vit tosaðu við fyri løtu síðan.

Leivur læt væl at nýggja skipinum, so at siga alt riggar væl, treyðugt so at okkurt smávegis skal justerast.

Nógvur svartkjaftur verður landaður til Havsbrún, fleiri skip liggja og bíða eftir tørni, Christian í Grótinum sleppir framat seint fríggjakvøldið.

Tað eru 13 mans viið hendan túrin, skipari er Páll Klein Rasmussen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder