2023-03-06 08:44
Teir hava fiskað í altjóða sjógvi vestur úr Suður-Írlandi.
Teir eru í morgun staddir vestur úr Hebridunum.
Tá ið vit tosaðu við skiparan Boga Rasmussen í gjárkvøldið, høvdu teir fínasta veður, men hann roknaði við, at tá ið teir komu longur norður, tá komu teir í norðanvind.
Teir skulu landa til Havsbrún, har landar Polar Amaroq í morgun, so skal norska skipið Harald Johan landa og so Christian í Grótinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald