Vinna

Café Pollastova lat upp í gjár

Í Sørvági lat nýggj Café upp í gjár - Café Pollastova

2022-05-19 21:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár lat nýggj café upp í Sørvági. Tað eru hjúnini Amy og Jan Jacobsen sum eiga og reka Pollastovu, og Amy sigur, at hetta er ein gamal dreymur sum nú gerst veruleiki.

Hølið er nýumvælt og hevur pláss fyri 26 gestum.

Pollastova hevur, við síni frálíku staðseting mitt í bygdini, í nógv ár verið karmur um vinnuligt virksemi. Tey sum í dag eru rættiliga tilkomin minnast, tá ið Josta og Dánial høvdu handil har, og í 1978 fluttu Lena og Jóhan á Ørg handilin úti á Lið, heim í bygdina, í Pollastovu. Aftaná tað hevur verið kiosk, og seinni handil við barnaklæðum í Pollastovu. Seinastu árini hevur onki virksemið verið í Pollastovu, men hetta broyttist í gjár.

Sørvingurin Regin Jørgensen hevur málningaframsýning í nýggju Café-ini.

Opið verður hvønn dag millum kl. 10.00 og 21:00. - tað skrivar Sørvágs Kommuna.

Vit vóru ein túr til kaffi í hugnaligu hølunum í nýggju Café-ini í Sørvági og sjálvandi høvdu vit myndatólið við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder