Vinna

Bygningurin á Giljanesi hjá Sjóvinnustýrinum er reistur í dag

Nýggi kontórbygningurin hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi byrjar nú av álvara at taka skap. Boðið varð til reisigildi í dag, og næstu tíðina fer arbeiðið at gera bygningin lidnan í mestan mun at fara fram innandura.

2022-12-15 15:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Tað er Búsetur, sum byggir, og Zeta Arkitektar hava teknað bygningin, sum hevur skap sum ein tríhyrningur, ið skal ímynda gronina á einum skipi.

Byggingin hevur higartil gingið væl, og ætlanin er at taka bygningin í nýtslu í september 2023.

Tað var í 2018, at avgerð varð tikin um at byggja Sjóvinnustýrinum nýggjan kontórbygning í Vágum. Síðani varð farið undir at finna grundøki og fyrireika verkætlanina. Arbeiðið varð loksins boðið út í februar 2021.

Sáttmáli varð undirskrivaður millum Landsverk og Búsetur tann 14. juni 2021, og fyrsta flagið varð loyst 30. november 2021.

Bygningurin verður um 800 kvm. til støddar í tveimum hæddum.

Heildararbeiðstøkusáttmálin er á knappar 23,8 milliónur krónur.

Myndir: Anfinn Frederiksen og Sjóvinnustýrið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder