Vinna

Byggja út á Snarfrost

Í morgun er arbeiði farið í gongd við at byggja Snarfrost út.

2022-06-09 12:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Snarfrost tók ímóti uppsjóvarfiski í 2019 og 2020, men hevur ikki tikið ímóti uppsjóvarfiski síðani tá.

Nú er ætlanin at Snarfrost skal kunna taka ímóti meira fiski enn tað hevur gjørt, og tí er arbeiði at byggja Snarfrost út farið í gongd í morgun.

Ætlanin er at gera eitt móttøkuhøli vestanfyri Snarfrost. Harumframt er ætlanin at gera ein tilbygning oman ímóti bryggjukantinum, og byggja verandi flakavirki og frystigoymslu saman.

Ætlanin er, at Snarfrost skal klára at taka ímóti 100 tons um samdøgri av uppisjóvarfiski, og skal arbeiðið standa klárt í august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder