Talan er um íbúðir á 81 fermetrar, sum eru samanbygdar í einari lon í einari hædd. Staðsetingin er góð við útsýni oman yvir bygdina. Íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur, baðirúm og vaski-/tøknirúm. Til hvørja íbúð eru úthús á umleið sjey fermetrar og terassa. Íbúðirnar verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru framman fyri íbúðirnar.
Kostnaðurin fyri at leiga íbúðirnar er kr. 8.400 um mánaðin, og kunnu fyrstu leigararnir flyta inn tann 1. mars.
Í Vágum hava Bústaðir frammanundan 10 íbúðir á tveimum staðsetingum í Sørvági; fimm íbúðir á Garðsvegi og fimm íbúðir Undir Bólheyggi. Við hesum nýggjastu íbúðunum í Sandavági hava Bústaðir samanlagt 422 búeindir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald