Vinna

Bústaðartrotið er framvegis stórt.

Áleið 1100 búeindir mangla, men batar eru at hóma.

2023-03-10 15:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Betri Banki:

Frá 2012 til 2022 vaks fólkatalið í Føroyum 13%. Samstundis hækkaði miðal sethúsaprísurin 103%.
Nú hómast batar, og vøksturin á nýggjum búeindum er nú størri ella á sama støði sum fólkavøksturin.
Vit mangla áleið 1100 bústaðir, um vit ynskja sama lutfall millum búeindir og fólkatal sum var í 2012. Av teimum mangla 630 í høvuðsstaðnum.
Vit hava framvegis ein einstáttaðan bústaðarmarknað samanborið við Danmark. Flestu av okkum búgva í sethúsum. Í 2022 vóru bert 5% av samlaðu búeindinum í Føroyum íbúðir og heili 93% vóru sethús.
Tó hevur bygging av íbúðum verið lutfalsliga størri partur av nýbyggingum. Serliga í høvuðusstaðarøkinum, har 75% av nýggju búeindum seinastu fimm árini hava verið íbúðir.
Tú kanst lesa alla greinina um bústaðarmarknaðin á betri.fo/bustadarmarknadurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder